27.02.2012

Viðtøkubroytingar vegna nýggja vinnufelagslóg

Til øll partafeløg og smápartafeløg

Nýggja vinnufelagslógin kom í gildi 1. januar 2012.  Hendan lógin krevur ávísar broytingar í viðtøkum hjá partafeløgum og smápartafeløgum, í tann mun hesar ikki eru í samsvari við nýggju vinnufelagslógina.  Gildiskoman av vinnufelagslógini stendur í §§323-324.

Í KUNNGERÐ NR. 18 FRÁ 27. FEBRUAR 2012 UM SKIFTISSKIPANIR Í SAMBANDI VIÐ ÍGILDISKOMU AV VINNUFELAGSLÓGINI eru ásetingar um hvussu broytingar í viðtøkunum skulu gerast.

Sambært §2 stk. 2 skulu broytingar í viðtøkunum gerast á fyrstkomandi aðalfundi.
 
   § 2. Eru ásetingar í viðtøkunum hjá einum kapitalfelagi ikki í samsvari við ásetingar í vinnufelagslógini, verða ásetingarnar í vinnufelagslógini nýttar í staðin fyri nevndu viðtøkuásetingar, sbr. vinnnufelagslógarinnar § 324, stk. 2, sbr. tó skiftissásetingarnar í hesi kunngerð. Eru ásetingar í viðtøkunum hjá einum kapitalfelagi ikki í samsvari við ásetingarnar í hesi kunngerð, verða ásetingarnar í kunngerðini nýttar í staðin fyri nevndu viðtøkuásetingar.
   Stk. 2. Tey kapitalfeløg, sum eru skrásett, tá hendan kunngerðin fær gildi, og sum ikki eru undir likvidatión, kunkurs ella tvingsilsavtøku, skulu í seinasta lagi á fyrstkomandi aðalfundi, sum verður innkallaður eftir, at hendan kunngerðin er komin í gildi, fremja tær viðtøkubroytingar, sum eru neyðugar til at viðtøkurnar verða í samsvari við ásetingarnar í vinnufelagslógini og ásetingarnar í hesi kunngerð.
   Stk. 3. Uppskot um at broyta viðtøkurnar, sbr. stk. 2, skulu metast at vera samtyktar við gildi, um bert ein kapitaleigari hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Hetta er galdandi hóast møgulig viðtøkuásett krøv um, at ein ávísur partur av kapitaleigarunum ella kapitalinum við atkvøðurætti skal verða til staðar á aðalfundinum og atkvøða fyri uppskotinum, ikki eru lokin.

Skráseting Føroya fer at heita á øll sum eru við á aðalfundi hjá feløgunum um at minna á at broytingarnar skulu gerast. Broytingarnar snúgva seg í stóran mun um, at tíðin fyri innkalling til aðalfund og nær uppskot og skjøl til aðalfundin skulu vera atkomulig, nú er minst 2 vikur sambært §94 og §98 í VFL, og at nú skulu bert 5% ella ein minni brotpartur kunna krevja eykaaðalfund, jvb. §89 stk. 2.

Kunngerð nr 18 frá 27. februar 2012, sæst í leinkjuni niðanfyri.

 
Vinarliga

Skráseting Føroya

Sí kunngerð nr. 18 frá 27. februar 2012 um skiftisskipanir í samb. við vinnufelagslógina