03.01.2022

Tillaging til frágreiðing - roknskapareftirlit 2021

Rættað 07.01.2021

 

Tillaging til frágreiðing, sum var løgd á heimasíðuna hjá Skráseting Føroya tann 03.01.2022:

Skráseting Føroya er gjørd varug við, at talið av feilum í grannskoðaðu ársfrásagnunum kann vera misvísandi, og hevur tí rættað frágreiðingina. Tríggjar av ársfrásagnunum, sum vóru skrásettar við grannskoðara í skipanini hjá Skráseting Føroya vóru ikki grannskoðaðar, men hetta er ábyrgdin hjá feløgunum og ikki ein feilur hjá grannskoðarunum, og eitt av feløgunum hevði partaeigaralán, sum somuleiðis er ábyrgdin hjá leiðsluni í felagnum og grannskoðarin hevur í hesum førinum gjørt vart við hetta í átekningini. Rætta talið av feilum í grannskoðaðum ársfrásagnum er tískil tvey- svarandi til 6% og ikki seks-, sum svarar til 19%, sum áður skrivað.

 

Frágreiðing viðvíkjandi roknskapareftirliti av innkomnum ársfrásagnum í 2021

Frágreiðingin viðgerð úrslitið av roknskapareftirlitinum av innkomnum ársfrásagnum í 2021.

Tann 31. desember 2020 vóru 3.483 feløg skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. Áleið helvtin av hesum feløgunum høvdu grannskoðara skrásettan, meðan hin helvtin var skrásett uttan grannskoðara.

Skráseting Føroya ger hvørt ár eftirlit við ársfrásagnunum hjá skrásettu feløgunum.

Árliga roknskapareftirlitið er býtt í tvey. Eitt móttøkueftirlit, ið hevur til endamáls at lúka mest sjónligu feilirnar burtur, og síðani stakroyndir samsvarandi § 159 í ársroknskaparlógini, sum er ein gjølla gjøgnumgongd av útvaldum ársfrásagnum.

Endamálið við roknskapareftirlitinum hjá Skráseting Føroya er fyrst og fremst at tryggja, at tær ársfrásagnir, sum feløg senda inn, eru rættar.

Roknskapareftirlitið viðgerð bert týðandi feilir soleiðis sum týðandi verður allýst eftir IFRS og IAS. Sjálvt um týðandi ikki er allýst neyvt í ársroknskaparlógini, verður mett, at týðandi sum hugtak í ársroknskaparlógini í praksis svarar til allýsingina sum IFRS nýtir, sum er soljóðandi (okkara umseting):

“Upplýsingar eru týðandi, um lagt verður burturúr ella feilir eru, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarligar avgerðir hjá roknskaparbrúkaranum, ið eru tiknar við støði í ársroknskapinum. Týðandi valdast støddin á roknskaparpostinum ella feilin, mett út frá teimum tilskilaðu viðurskiftinum, ið lagt er burturúr ella tí skeiva upplýsingini. Tí virkar týðandi tátturin sum eitt støði ella mark, heldur enn ein megin góðsku eginleiki, sum upplýsingin skal uppfylla fyri at verða gagnlig.”

Í 2021 eru 65 ársfrásagnir frá roknskaparárinum 2020 kannaðar sum stakroyndir. Herav 32 við grannskoðaraátekning og 33 uttan grannskoðaraátekning, tvs. frával av grannskoðara.

Av teimum 33 feløgunum, sum hava valt grannskoðan frá, hava 15 fingið hjálp frá grannskoðara at seta roknskapin upp.

Onki av feløgunum hevur grannskoðaraváttan um gjøgnumgongd (review).

Niðanfyri standandi talva vísir fordeilingina av feilunum í seks bólkar:

Viðurskifti

Ársfrásagnir

1.       Nýttur roknskaparháttur

9

2.       Forklárandi notur

11

3.       Manglandi partar av ársfrásøgnini

8

4.       Upplýsingar

3

5.       Partaeigaralán

5

6.       Grannskoðaraviðurskifti

4

Úrslit frá stakroyndunum samsvarandi § 159 í ársroknskaparlógini:

Í sambandi við roknskapareftirlitið kann Skráseting Føroya vísandi til § 161 í ársroknskaparlógini: 1) vegleiða, 2) átala og 3) krevja, at feilir verða rættaðir.

Í sambandi við eftirlitið av grannskoðaðu ársfrásagnunum hevur Skráseting Føroya gjørt sjey vegleiðingarskriv og tvey skriv har biðið verður um nærri frágreiðing viðvíkjandi viðurskiftum í ársfrásøgnini. Trý av feløgunum, sum høvdu grannskoðara skrásettan, men ikki høvdu latið ársfrásøgnina grannskoða, fingu skriv um at fráboða frával av grannskoðara til Skráseting Føroya. Og eitt av grannskoðaðu feløgunum hevði partaeigaralán, og fekk skriv um at fáa hetta í rættlag sum skjótast.

Níggju vegleiðingarskriv eru gjørd viðvíkjandi stakroyndunum hjá feløgunum uttan grannskoðara, og seks skriv har biðið verður um nærri frágreiðing ella nýggja ársfrásøgn.

Ársfrásagnir 2020

Stakroyndir

Ársfrásagnir við týðandi feilum

Feilir í %

við grannskoðaraátekning

32

2

6%

-við grannskoðara skrásettum, men ikki grannskoðað

3

-partaeigaralán

1

uttan grannskoðaraátekning (frával)

33

6

18%

allar stakroyndir

65

12

18%

Umframt stakroyndirnar, hevur Skráseting Føroya í sambandi við móttøkueftirlitið við ársfrásagnum, sum eru móttiknar í 2021 stovnað níggju mál, har feløg eru biðin um at koma við nærri frágreiðing um viðurskifti í ársfrásøgnini ella lata inn nýggja ársfrásøgn.