Skráseting Føroya setur í verk gransking av Eik Grunninum
Skráseting Føroya kann upplýsa, at Skrásetingin hevur avgjørt at seta í verk eina gransking av Eik Grunninum.
Granskingin er sett í verk til tess at fáa kannað nærri tey viðurskifti, sum førdu við sær, at Eik Grunnurin kom í fíggjarligar trupulleikar og gjørdist insolventur. Undir hesum verður kannað um brot eru framd á lóg um vinnurekandi grunnar.
Granskingin fevnir eitt nú um grunnurin er fyrisitin á nøktandi hátt og um ein møgulig samanblanding av fíggjarviðurskiftum hjá grunni og banka er farin fram.
Granskingin skal serliga snúgva seg um viðurskiftini seinastu 5 roknskaparárini, t.e. roknskaparárini 2006-2010.
Skráseting Føroya hevur tilnevnt advokat Eyðfinn Jacobsen, Faroe Law sum granskingarfólk sambært § 59 í lóg um vinnurekandi grunnar.
Tá ið Skráseting Føroya hevur fingið granskingarfrágreiðing frá granskingarfólkinum, fer Skrásetingin at taka støðu til, hvussu farið verður víðari fram í málinum.
Um tygum hava spurningar, ber til at seta seg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra tlf. 35 60 21.
Les granskingarevnið her