Nýtt fráboðanarblað
Skráseting Føroya hevur dagført fráboðanarblaðið, og lagt nýggju útgávuna á heimasíðuna.
Høvuðsbroytingarnar eru á fremstu síðu, har krossast skal av, hvat fráboðanin snýr seg um. Og á aftastu síðu har fráboðanarblaðið skal undirskrivast. Framyvir er bert neyðugt at ein persónur, sum er fráboðarin, undirskrivar fráboðanarblaðið, og ei heldur er neyðugt longur at hava vitnisundirskriftir. Tann sum undirskrivar, umboðar felagið, og ábyrgist fyri at fráboðanin er lógliga framd, at røtt fulltrú finst, at skjøl send saman við fráboðanini eru galdandi og váttar samstundis at upplýsingarnar í fráboðanini eru rættar.
Sambært § 5 stk. 2 í Fráboðanarkunngerðini ( bkg. nr. 1382 frá 11.12.2007) kann Skrásetingin tó krevja prógv fyri at fráboðanin er lógliga framd.
Haraftrat eru gjørdar nakrar smærri broytingar í kapitalviðurskiftunum, sum skuldu gjørt tað einfaldari og greiðari at fylla út.