Nýggja innlatingarskipanin er nú sett í verk til innlating av ársfrásagnum
Nýggja innlatingskipanin hjá Skráseting Føroya er nú eisini sett í verk til innlating av ársfrásagnum.
Ársfrásøgn skal latast inn til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað. Sí § 138 í Ársroknskaparlógini. Fyri tey feløg, ið hava álmanakkaárið (01.01.-31.12.) sum roknskaparár, merkir tað, at ársfrásøgnin fyri farna árið, skal verða latin inn til Skráseting Føroya í seinasta lagi 30. juni árið eftir.
Ritað verður inn í Vinnugluggan sum vanligt, og inn á flykruna ársfrásøgn undir Sjálvuppgáva. Síðani verður trýst á leinkjuna til innlatingarskipanina hjá Skráseting Føroya. Ritað verður inn í nýggju skipanina við samleikanum. Hetta merkir at samleikin skal nýtast tvær ferðir, fyrru ferð, sum vanligt, tá ritað verður inn í Vinnugluggan, aðru ferð tá ritast skal inn í innlatingarskipanina hjá Skráseting Føroya. Fyrstu ferð ritað verður inn í skipanina, verður tú biðin um at upplýsa eina teldupostadressu, ið verður at nýta til samskifti framyvir.
At ársfrásagnir verða latnar inn umvegis Innlatingarskipanina hjá Skráseting Føroya er liður í arbeiðinum at menna Virkisskrá, sum væntandi verður sett í gildi seinni í ár ella í komandi ári.
Tað ber eisini til at lata ársfrásagnir inn við at fara inn á heimasíðuna hjá Skráseting Føroya, og trýsta á leinkið har https://sg.vs.fo/app/annualReport
Um spurningar ella ivamál eru, ber til at venda sær til Skrásetingina á skr@vs.fo ella á tlf. 356010.