Nýggj kunning um talgilda innlatan av ársfrásagnum sum PDF-fíla og XBRL-fíla til Skráseting Føroya umvegis Vinnugluggan hjá TAKS
Frá og við 12. apríl 2017 skulu ársfrásagnir, ið skulu latast Skráseting Føroya, sum hava fíggjarstøðu tann 31.12.2016 ella seinni, latast inn bæði sum PDF-fíla og XBRL-fíla umvegis Vinnugluggan hjá Taks. Freistin at lata Skráseting Føroya XBRL-fíluna fyri omanfyri nevndu ársfrásøgnir er innan 1. januar 2018. Frá 1. januar 2018 er freistin fyri at lata Skráseting Føroya XBRL-fíluna tann sama sum er galdandi fyri PDF-fíluna, og skulu fílurnar latast inn samstundis.
Hvørjar ársfrásagnir skal Skráseting Føroya hava í PDF-fílu og XBRL-fílu
Tær ársfrásagnir talan er um, og sum vanliga verða latnar Skráseting Føroya, eru fyri feløg í roknskaparflokki B, C og D, sum hava fíggjarstøðu tann 31.12.2016 ella seinni.
ÍVF, sum hava skyldu at lata inn ársfrásøgn til Skráseting Føroya, skulu tó framvegis bert lata inn í PDF-fílu og ikki XBRL-fílu.
Uppsetingin av XBRL-fílum og paring við taksonomi krevur ávísan kunnleika um roknskap og kunningartøkni.
Vit mæla tí feløgum til at venda sær til viðkomandi veitara fyri at fáa hjálp og vegleiðing.
Viðkomandi veitarar ið vit eru kunnaði um eru:
- XBRL.fo
- Góðkendu grannskoðanarvirkini, sí yvirlit á okkara heimasíðu yvir grannskoðaravirkir
- Innlating.fo
Aðrir møguligir veitarar eru KT-fyritøkur, bókhaldsvirkir og onnur líknandi virkir.