07.03.2023

Nýggj innlatingarskipan

Skráseting Føroya hevur tikið eina nýggja innlatingarskipan í brúk.

Í fyrstu atløgu er bert møguligt at lata fráboðan um eigarar inn gjøgnum innlatingarskipanina, men um ikki so langa tið verður møguligt eisini at lata ársfrásagnir inn umvegis hesa skipan.

Fyri at brúka skipanina skulu brúkarar innrita við samleikanum.

Tey, sum eru skrásett sum stjórar í feløgum, hava heimild at lata skjøl inn fyri hesi feløgini.

Feløg undir stovnan kunnu ikki brúka innlatingarskipanina.

Onnur, sum lata skjøl inn fyri feløg, t.d. grannskoðarar, advokatar og bókhaldarar kunnu rita inn við sínum samleika og søkja um heimild at lata inn fyri øll feløg.

Hendan umbønin skal síðan góðkennast av stjóranum í felagnum.

Hetta verður gjørt við, at stjórin í felagnum ritar inn í innlatingarskipanina við sínum samleika og góðkennir umbønina.

Møguligt er at søkja um tríggjar ymiskar heimildir:

  • Heimild at lesa innlatingar fyri felag
  • Heimild at lesa og stovna innlatingarfyri felag
  • Heimild at lesa og stovna innlatingar, umframt góðkenna umbønir.

Leinkja til innlatingarskipanina: https://sg.vs.fo/app

Vegleiðing at biðja um heimild er her