15.01.2020

Kunning um nýggja taksonomi 20191101

Broytingaryvirlit til taksonomi frá 01.11.2019 viðv. Ársroknskaparlógini-taksonomi.

Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt taksonomi frá 01.11.2019. Talan er um dagføring av taksonomi frá 01.03.2018. Í høvuðsheitum er talan um broytingar samsvarandi broytingum í váttanarkunngerðini og dagførdum nýttum roknskaparhátti.

Framdu broytingar samsvara broytingunum gjørdar í donsku taksonomiini frá 01.10.2017.

Niðanfyri er frágreiðing til týðandi broytingar:

(101.00) Grannskoðanarátekningar, frá 2020-01-01

Nýggjur bólkur er innsettur viðv. grannskoðaraátekning, ið kemur í gildi fyri givnar átekningar á roknskapir frá 1. januar 2020 og frameftir.

Broytingarnar eru í høvuðsheitum í sambandi við átekningar um víðkaða gjøgnumgongd. Grundleggjandi er ikki munur í grundstrukturinum við átekning og undirskrift. Raðfylgjan er broytt í átekning um víðkaða gjøgnumgongd, soleiðis at niðurstøða og grundarlag fyri niðurstøðuni liggur ovast. Sostatt líkist struktururin grannskoðaraátekningini. Nýtt felt er innsett, ið nevnist “týðandi óvissa um framhaldandi rakstur”.

Fylgjandi felt eru ikki við í váttanini um víðkaða gjøgnumgongd:

“Eyðmerking á tí grannskoðaða roknskapinum, og hvør roknskaparligur hugtakskarmur varð nýttur tá roknskapurin varð uppsettur (víðkað gjøgnumgongd)” og “Upplýsingar um eitt fyrivarni sum er so avgerandi, at tað hevur við sær, at aðalfundruin ikki eigur at góðkenna roknskapin (víðkað gjøgnumgongd)”.

(200.00) Leiðsluátekningin

Nýtt element er innsett við heitinum “Leinkja til frágreiðing um gjald til myndugleikar”.

(801.00) Nýttur roknskaparháttur

Fleiri nýggj element eru innsett í sambandi við nýttan roknskaparhátt.

Leinkja til nýggja taksonomi:

Taksonomi 2019-11-01