Kunning um frával av grannskoðara.
FRAMFERÐARHÁTTUR VIÐ FRÁVALI AV GRANNSKOÐARA
Sambært § 135 í ÁRL kunnu feløg lata roknskapir inn til Skráseting Føroya, ið ikki eru grannskoðaðir.
Fyri at kunna velja grannskoðan frá, skal felagið í 2 fylgjandi roknskaparár, ikki fara uppum tvær av hesum støddum:
Fíggjarjavni á 0,75 mió. kr. (ognin/skuldin ella aktivini/passivini)
Nettosøla á 1,5 mió. kr. (sølan/umsetningurin)
Meðal starvsfólkatal gjøgnum roknskaparárið á 12
Eisini ber til stovna eitt felag uttan at velja grannskoðara, um mett verður at omanfyri standandi treytir eru uppfyltar.
Tá ynski er um at velja grannskoðara frá, skal samb. §29 stk. 2 nr. 3 í Sp/f-lógini og §69 stk. 2 nr. 3 í P/F-lógini, á vanliga aðalfundinum (og ikki á einum eykaaðalfundi), samtykkjast at komandi ársroknskapur, ikki skal verða grannskoðaður, jvb. § 135 í ÁRL. Støða skal takast til hetta á aðalfundinum hvørt ár.
Samtyktin um frával av grannskoðan skal standa í ársroknskapinum undir leiðsluátekningini hvørt ár jvb. §10 a í ársroknskaparlógini.
Eisini skulu viðtøkurnar broytast samsvarandi og skal hetta fráboðast skrásetingini sum vanlig fráboðan.
Henda orðing kann nýtast um grannskoðan í viðtøkunum:
Á hvørjum ársaðalfundi verður støða tikin til, um felagið ynskir ársroknskpin grannskoðaðan. Aðalfundurin kann velja ikki at hava grannskoðan, um ársroknskaparlógin heimilar hesum. Ynskir felagið grannskoðan, verður ein roknskapargrannskoðari valdur. Starv hansara stendur við til aðalfundurin hevur valt annan grannskoðara, ella velur ikki at hava grannskoðan.
Henda orðing kann nýtast í roknskapinum:
Vísandi til ÁRL § 10a, er avgjørt ikki at velja grannskoðara fyri roknskaparárið 20xx