02.12.2021

Kunning um fráboðanarskyldu eftir hvítvasklógini

Dagfesting: 1. desember 2021

Nýggja hvítvasklógin (HVL)[1], sum kom í gildi 1. juli 2021, áleggur persónum og fyritøkum (m.a. grannskoðarar, ognarmeklarar, skattaráðgevar, eksternar bókhaldarar og útbjóðarar av tænastuveitingum til fyritøkur) at fráboða til Hvidvasksekretariatet hjá Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØIK), um fyritøkan ella persónurin veit, hevur illgruna um ella rímiliga orsøk at halda, at ein transaktión, fíggjarmiðlar ella virksemi hava ella hava havt samband við hvítvasking ella fígging av yvirgangi. Fráboðanarskyldan er ásett í § 25 í HVL.

Tað er eisini fráboðanarskylda um illgruni er íkomin í sambandi við at ein kundi hevur roynt at gera eina transaktión ella hevur roynt at fremja illgrunasamt virksemi. Sama er galdandi, um fyritøkan ella persónurin fær eina áheitan frá einum møguligum nýggjum kunda um at fremja eina illgrunasama transaktión ella illgrunasamt virksemi, hóast kundin verður vístur burtur.

Talan er um eina fráboðanarskyldu hjá fyritøkum og persónum at fráboða til Hvidvasksekretariatet. Fyritøkur og persónar hava sostatt ikki eina skyldu at boða frá til Skráseting Føroya, sbrt. § 25 í HVL.

Serliga viðvíkjandi ólógligum partaeigaralánum

Útgangsstøðið í § 210 í vinnufelagalógini[2] er, at partaeigaralán eru ólóglig. Ólóglig partaeigaralán eru fevnd av hvítvaskhugtakinum í hvítvasklógini. Hvítvaskhugtakið er allýst í § 3 í hvítvasklógini sum:

“1) Av órøttum at taka ímóti ella útvega sær ella øðrum part í fíggjarligum vinningi ella ognum, sum er fingin við revsiverdum lógarbroti.

2) Av órøttum at krógva, varðveita, flyta, hjálpa við avhending ella á annan hátt seinni at virka fyri at tryggja fíggjarliga vinningin ella ognirnar frá einum revsiverdum lógarbroti.

3) Roynd ella viðvirkan til slíkar gerðir.

Stk. 2. Stk. 1 fevnir eisini um gerðir, framdar av tí, sum hevur framt revsiverda lógarbrotið, sum vinningurin ella ognirnar stava frá.”

Fortreytin fyri, at eitt ólógligt partaeigaralán er fevnt av fráboðanarskylduna í HVL, § 25, er, at fyritøkan ella persónurin veit, hevur illgruna um ella rímiliga orsøk at halda, at ein transaktión, fíggjarmiðlar ella virksemi hava ella hava havt samband við hvítvasking ella fígging av yvirgangi. Fráboðan skal henda, óansæð støddina av partaeigaraláninium. Tað er sostatt einki minstamark fyri, nær fráboðan skal fara fram. Tað hevur heldur ikki ávirkan á fráboðanarskylduna, um lánið er afturgoldið ella, at viðurskiftini eru fingin í rættlag skattliga.

Nærri kunning

Nærri kunning um fráboðanarskyldu eftir hvítvasklógini kann fáast við at lesa hetta notatið [leinkja til notat].

[1] Løgtingslóg nr. 190 frá 18. desember 2020 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi

[2] Løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 4. mai 2021