25.06.2011

Innlatingarfreistin fyri roknskapir er broytt.

Innlatingarfreist at lata ársfrásøgn inn til Skráseting Føroya.

Øll feløg skulu á hvørjum árið lata ársfrásøgn inn til Skráseting Føroya.
 
 
Fyri vanlig feløg skal ársfrásøgnin latast inn í seinasta lagi 6 mánaðar eftir at roknskaparárið er endað. Tað vil siga, at fyri feløg, sum hava álmannakkaárið frá 1. januar til 31. desember, sum roknskaparár, merkir broytingin, at ársfrásøgnin fyri farna árið, skal vera inni hjá Skráseting Føroya innan 1. juli árið eftir.
 
Fyri almenn partafeløg skal ársfrásøgnin latast inn í seinasta lagi 4 mánaðar eftir at roknskaparárið er endað.
 
 
Tvingilsavtøka av felagnum
Um ársfrásøgnin ikki kemur inn, verður felagið sent skriftirættinum til tvingilsavtøku av Skráseting Føroya. Jvb. §§ 226 og 225 í Vinnufelagslógini.  
 
Meira fæst at vita um hetta frá Skráseting Føroya telefon 356010