05.03.2025

Frágreiðing - roknskapareftirlit 2024

Frágreiðingin viðgerð úrslitið av roknskapareftirlitinum í 2024 av innkomnum ársfrásagnum fyri roknskaparárið 2023.

Tann 31. desember 2023 vóru 4.084 feløg skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. 39% av feløgunum høvdu grannskoðara skrásettan, meðan 61% vóru skrásett uttan grannskoðara.

 

Skráseting Føroya ger hvørt ár eftirlit við ársfrásagnunum hjá skrásettu feløgunum. Árliga roknskapareftirlitið er býtt í tvey. Eitt móttøkueftirlit, ið hevur til endamáls at lúka mest sjónligu feilirnar burtur, og síðani stakroyndir samsvarandi § 159 í ársroknskaparlógini, sum er ein gjøllari gjøgnumgongd av útvaldum ársfrásagnum.

 

Endamálið við roknskapareftirlitinum hjá Skráseting Føroya er fyrst og fremst at tryggja, at tær ársfrásagnir, sum feløg senda inn, eru rættar. Harumframt verður kannað, um aðrar upplýsingar, sum felagið hevur fráboðað til Skráseting Føroya, samsvara við ársfrásøgn felagsins. Tað vil siga viðtøkur, fráboðan um eigarar, grannskoðara-viðurskifti og hvussu felagið annars er skrásett í partafelagsskránni.

 

Niðanfyri standandi talva vísir býtið av viðurskiftum, sum Skráseting Føroya hevði viðmerkingar til í sambandi við stakroyndirnar samsvarandi § 159 í ársroknskaparlógini:

 

Viðurskifti

Ársfrásagnir

í %

1.       Nýttur roknskaparháttur

12

18%

2.       Forklárandi notur

7

11%

3.       Manglandi partar av ársfrásøgnini

4

6%

4.       Skemakrøv ikki fylgd

3

5%

5.       Skeiv binding av eginogn

7

11%

6.       Fráboðan til Skráseting Føroya manglar

1

2%

7.       Partaeigaralán

4

6%

 

Í sambandi við roknskapareftirlitið kann Skráseting Føroya vísandi til § 161 í ársroknskaparlógini: 1) vegleiða, 2) átala og 3) krevja, at feilir verða rættaðir.

Roknskapareftirlitið av ársfrásagnum í 2024 hevur havt við sær, at Skráseting Føroya hevur sent 19 vegleiðingarskriv, givið 1 átalu og kravt 1 feil rættaðan.

Í sambandi við móttøkueftirlitið við ársfrásagnum, sum vóru móttiknar í 2024 hevur Skráseting Føroya biðið 16 feløg um at lata inn nýggjar ársfrásagnir, tí tær ikki kundu metast at vera ársfrásagnir, sum uppfyltu treytirnar í ársroknskaparlógini.

Samanumtikið verður mett, at roknskapareftirlitið í 2024 gevur ábendingar um, at grannskoðaðu ársroknskapirnir hava munandi færri feilir enn teir, har grannskoðan er frávald. Hóast stakroyndirnar ikki eru so nógvar av feløgunum, har grannskoðari hevur veitt roknskaparhjálp til at seta upp ársfrásøgnina, so eru greiðar ábendingar um at færri feilir eru hjá hesum feløgunum í mun til hjá teimum felgunum, sum hava frávalt roknskaparhjálp og grannskoðan.

 

Les frágreiðingina her