05.01.2017

Broyting í Vinnufelagslógini

Tann 1. januar 2017 varð broyting í  Vinnufelagalógini sett í gildi. Ein broyting er, at kapitalkravið til smápartafeløg verður lækkað til 50.000 kr. Ein onnur broyting er, at nú kunnu íverksetarafeløg stovnast, har kapitalurin kann vera millum 1 kr. og 49.999 kr.

Stutt frágreiðing um kapitalfeløg

ÍVF, Sp/f, P/F og S/F (partnarafelag) eru skipaði av Vinnufelagalógini. Kravt er at tey hava ein byrjunarkapital á millum 1 kr. og 500.000 kr. Tað kunnu vera ein ella fleiri eigarar, sum hava avmarkaða ábyrgd fyri skuldina hjá felagnum.

Íverksetarafeløg (ÍVF), smápartafeløg (Sp/f), partafeløg (P/F) og partnarafeløg (S/F), verða eisini samlað kallað kapitalfeløg. Eitt felag er ogn hjá tí ella teimum persónum ella fyritøkum, sum hava smápartarnar ella partabrøvini í felagnum. Feløgini eru sjálvstøðugar løgfrøðiligar eindir og eigararnir ábyrgjast ikki persónliga fyri skuld hjá felagnum.

Týðandi munir á felagsformunum

Tá ognarskarin og leiðslan í einum ÍVF ella Sp/f ofta er sami persónur, eru krøvini til leiðsluna og hvussu avgerðir verða tiknar, ofta einfaldari enn í partafeløgum. Eitt ÍVF ella Sp/f kann til dømis velja bert at hava eina stjórn uttan at hava nevnd ella eftirlitsráð, og tað er nógv størri frælsi fyri smápartahavarar at gera avtalu um viðurskiftini enn møguleiki er í partafeløgum.

 Almenn krøv til feløg

Fyri ÍVF, Sp/f, P/F ella S/F er kravt:

  • Innskot frá eigarunum. Eigararnir ábyrgjast bert við sínum innskoti fyri skyldur felagsins

  • At felagið hvørt ár ger ársroknskap eftir Ársroknskaparlógini og letur hann inn talgilt

  • At felagið ger eigarabók yvir allar eigarar og veðhavarar. Haraftrat skulu eigarar, sum hava ræði á 5% ella meiri av kapitalinum ella atkvøðunum skrásetast í Almennu Eigaraskranni.

Stutt vegleiðing um stovnan av ÍVF

Sí meira undir "stovna felag"