Áheitan til persónar og fyritøkur, sum sambært hvítvaskløgtingslógini, skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya
Við hesum verður kunnað um, at niðanfyristandandi persónar og fyritøkur skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya:
persónar og fyritøkur, sum vinnuliga útinna virksemi viðvíkjandi gjaldoyraveksling (gjaldoyravekslarafyritøkur)
persónar og fyritøkur, sum vinnuliga útinna virksemi viðvíkjandi flutningi av peningi og virði (peningaflutningsfyritøkur), og
útbjóðarar av tænastuveitingum til fyritøkur
Skráseting er treyt fyri, at nevndu persónar og fyritøkur kunnu útinna teirra virksemi.
Fráboðan og nærri upplýsingar
Til ber at venda sær til Skráseting Føroya fyri at fáa nærri upplýsingar.
Fráboðanarskjal og vegleiðing um skráseting í skránni v.m., eru annars at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya, www.skraseting.fo.
Fráboðanir skulu sendast til:
Skráseting Føroya
Sigmundargøta 13
Postrúm 264
110 Tórshavn