Ársfrásøgn

Øll feløg skulu á hvørjum ári lata ársfrásøgn inn til Skráseting Føroya umvegis Vinnugluggan.

Ársfrásøgnin skal latast inn í seinasta lagi 6 mánaðar eftir at roknskaparárið er endað. Sí § 138 í Ársroknskaparlógini.

Fyri tey feløg ið hava álmanakkaárið (01.01.-31.12.) sum roknskaparár, merkir tað at ársroknskapurin fyri farna árið, skal vera inni hjá Skrásetingini áðrenn 1. juli árið eftir.

Um ársfrásøgnin ikki kemur inn, verður felagið sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku av Skráseting Føroya. Jvb. §§ 226 og 225 í Vinnufelagslógini.



Dømi um ársfrásøgn, sum hevur frávalt grannskoðan