Skyldur hjá feløgum, ið eru skrásett hjá Skráseting Føroya

 

Tá feløg eru skrásett í felagsskrásetingini hjá Skráseting Føroya, eru ávísar skyldur, ið áliggja feløgunum.

 

  • Øll feløg skulu á hvørjum ári lata ársfrásøgn inn til Skrásetingina. Ársfrásøgnin skal latast inn til Skráseting Føroya á heimasíðu okkara, ella umvegis Vinnugluggan hjá TAKS, í seinasta lagi 6 mánaðar eftir at roknskaparárið er endað. Sí § 138 í Ársroknskaparlógini.

Fyri tey feløg, ið hava álmanakkaárið (01.01.-31.12.) sum roknskaparár, merkir tað at ársroknskapurin fyri farna árið, skal vera inni hjá Skrásetingini innan 1. juli árið eftir.

Um ársfrásøgnin ikki kemur inn, verður í fyrsta lagi álagt hvørjum limi í leiðsluni eitt avgjald jvb. §151 í ÁRL, og síðani verður felagið sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku av Skráseting Føroya, jvb. §§ 226 og 225 í Vinnufelagslógini.

 

  • Øll feløg skulu gjalda eitt ársgjald til Skráseting Føroya. Fyri partafeløg er hetta gjald 1.200,- kr, og fyri smápartafeløg og íverksetarafeløg 700,- kr árliga. Sí skjal 1 í kunngerð nr. 144 frá 23. oktober 2018 um fráboðan, skráseting og almannakunngering o.a. hjá Skráseting Føroya.

Í ársgjaldið er íroknað lýsing av innkomnum ársfrásøgnum, fráboðan av broyting av grannskoðara, heimstað, roknskaparári, navni og hjánavni.

  • Allar broytingar í skrásettu viðurskiftunum hjá feløgum skulu fráboðast Skráseting Føroya á einum fráboðanarblað, ið fæst við at fara inn á heimasíðuna www.skraseting.fo. Saman við fráboðanini skal fylgja eitt avrit av aðalfundinum og/ella nevndarfundinum, har broytingin verður samtykt. Um persónar, sum búgva uttanfyri Føroyar, koma uppí felagið skal avrit av samleikaprógvi sendast við.

Um viðtøkurnar verða broyttar, skal dagfest avrit av nýggju viðtøkunum fylgja við.

  • Fyri fráboðan av broytingum í felagnum skal latast eitt gjald á 1000, - kr. til Skrásetingina.

Um partapeningurin í feløgum skal hækkast, skal eitt gjald uppá 4 ‰ av hækkingini haraftrat gjaldast saman við fráboðanini til Skrásetingina. Sí nevndu kunngerð um gjøld.

  • Allar skrásetingar í Skráseting Føroya, skulu almannakunngerðast, tí verða allar skrásetingar lýstar á heimasíðuni hjá Skráseting.

Fráboðanir til Skráseting Føroya, kunnu latast inn í vanligum posti ella við telduposti. Verður latið inn við telduposti, skal fráboðan og skjalfestingin, ið verður send við fráboðanini, latast sum PDF-fíla. Fráboðanarblað, stovningarskjal, viðtøkur, aðalfundarsamtyktir og onnur skjøl skulu latast í PDF-fílum hvør sær.

Ársfrásagnir skulu latast inn til Skráseting Føroya á heimasíðu okkara, ella umvegis Vinnugluggan hjá TAKS.