Viðvíkjandi framferðarhátti við frávali av grannskoðara

Sambært § 135 í ÁRL kunnu feløg lata ársfrásøgn inn til Skráseting Føroya, ið ikki er grannskoðað. Ársfrásøgnin skal tó – hóast hon ikki er grannskoðað - altíð uppfylla krøvini í ársroknskaparlógini.

Fyri at kunna velja grannskoðan frá, skal felagið í 2 fylgjandi roknskaparár, ikki fara uppum tvær av hesum støddum:

  1. Fíggjarjavni á 1mió. kr. (ognin/skuldin ella aktivini/passivini)
  2. Nettosøla á 2 mió. kr.
  3. Meðal starvsfólkatal gjøgnum roknskaparárið á 12

Eisini ber til stovna eitt felag uttan at velja grannskoðara, um mett verður at omanfyri standandi treytir eru uppfyltar.

Tá ynski er um at velja grannskoðara frá, skal samb. §88, stk. 1 nr. 3 í vinnufelagslógini á vanliga aðalfundinum (og ikki á einum eykaaðalfundi), samtykkjast at komandi ársroknskapur, ikki skal verða grannskoðaður, jvb. § 135 í ÁRL.

Tað er ikki longur neyðugt at taka støðu til hetta á aðalfundinum hvørt ár. Upplýsing um frával skal frameftir bert latast í tí ársroknskaparárinum, tá tað verður tikin avgerð um frával, og ikki sum higartil eisini í ársroknskapunum fyri eftirfylgjandi ár.

Eisini skulu viðtøkurnar broytast samsvarandi og skal hetta fráboðast skrásetingini sum vanlig fráboðan. Og er vanligt skrásetingargjald 1.000 kr. fyri tað.

Henda orðing kann nýtast um grannskoðan í viðtøkunum: Aðalfundurin kann velja ikki at hava grannskoðan, um ársroknskaparlógin heimilar hesum. Ynskir felagið grannskoðan, verður ein roknskapargrannskoðari valdur. Starv hansara stendur við til aðalfundurin hevur valt annan grannskoðara, ella velur ikki at hava grannskoðan.

Henda orðing kann nýtast í roknskapinum:

Hetta eigur at standa í leiðsluátekngini hvørt ár.

Leiðsla felagsins metir at felagið lýkur teytirnar fyri at frávelja grannskoðan, sambært § 135, stk. 2 í ÁRL.

Hetta skal standa í roknskapinum fyrsta árið grannskoðan verður frávald:

Aðalfundurin hevur avgjørt ikki at velja grannskoðan fyri komandi roknskaparár.


Dømi um ársfrásøgn, sum hevur frávalt grannskoðan